Matskrá
Húsagarður er matstova har óhátíðarligur vertskapur og góður matur skapa hugnaligar matupplivingar. Á Húsagarði bjóða vit eina 3- ella 5 rætta matskrá ella stakar rættir. Í køkinum verður matur við íblástri úr norðurlendskari matgerð tilgjørdur og borðreiddur av tænaratoyminum. Til hvønn rætt hava vit valt vín úr okkara fjølbroytta vínkjallara, Gilið, sum hevur vín úr øllum heiminum og í øllum prísflokkum. Vit hava eisini ment eina serliga alkoholfría drekkiskrá, ið millum annað inniheldur fleiri sløg av kaltbryggjaðum te og cider.

3 rætta matskrá
• Jákupskel, jalapenos, majo, føroyskt romainesalat og tomat
• Lambskrúna, velouté og grønmeti eftir árstíðini
• Sjokoláta panacotta, blóðappilsin og “grús”
3 rættir kr. 575
3 rættir við vínskrá kr. 900

5 rætta matskrá
• Paté en Croute, foie gras, sviskur og pistasiunøtir
• Oksatartar, aioli og fermenteraði kips
• Jákupskel, jalapenos, majo, føroyskt romainesalat og tomat
• Toskur, kál, sauce blanquette og kaviar
• Sjokoláta Panacotta, blóðappilsin og “grús”
5 rættir kr. 835
5 rættir við vínskrá kr. 1.385

Forrættir
Paté en Croute, foie gras, sviskur og pistasiunøtir kr. 135
Jákupsskel, jalapenos, majo, føroyskt romainesalat og tomat kr. 125
Kræklingur, persilla og hvítleykur kr. 125
Oksatatar, aioli og fermenteraði kips kr. 120
Reyðrótatatar, frískostur og bjarnarleykakapers kr. 110

Høvuðsrættir
Lambskrúna, velouté og grønmeti eftir árstíðini kr. 365
Toskur, kál, sauce blanquette og kaviar kr. 355
Ribeye, tomat og sauce bordelaise kr. 365
Eyka foie gras kr. 95
Spískkál, graskarspuré og manchego ostur kr. 255

Omaná
Trý sløg av ostum úr Evropa við tilhoyri kr. 125
Dildísur við rabarbu og knasi kr. 110
Sjokuláta pannacotta, blóðappilsin og “grús” kr. 110
Caneles de Bordeaux og tonkakrem kr. 95
Afturatkeyp Rossini Caviar (Trust me) kr. 150
Barnamatskrá
Croque Monsieur Sandwich kr. 165,-
Skinka, ostur, bechamelsós, trøfflukrem, kips, majones og salat
Fisk og kips kr. 165,-
Við ketsjupp

Vínkort
Kanna tær listan av vínum úr kjallara okkara, Gilið, sum hýsir upp móti 2.500 fløskum. Flestu framleiðarar á listanum arbeiða burðardygt um enn ikki øll eru løggildaði vistfrøðilig. Vit útvega vín úr øllum heimshornum uttan trongskygni ella dogmu eins leingi og drykkurin í glasinum fortelur eina serstaka søgu.

Upp- & afturlatingartíðir
Mánadag – hósdag:
kl. 18.00 – 21.00
Fríggjadag & leygardag:
kl. 18.00 – 21.30