Husagardur logo

Húsagarður er matstova har óhátíðarligur vertskapur og góður matur skapa hugnaligar matupplivingar. Á Húsagarði bjóða vit eina 3- ella 5 rætta matskrá ella stakar rættir. Í køkinum verður matur við íblástri úr norðurlendskari matgerð tilgjørdur og borðreiddur av tænaratoyminum. Til hvønn rætt hava vit valt vín úr okkara fjølbroytta vínkjallara, Gilið, sum hevur vín úr øllum heiminum og í øllum prísflokkum. Vit hava eisini ment eina serliga alkoholfría drekkiskrá, ið millum annað inniheldur fleiri sløg av kaltbryggjaðum te og cider.

3 rætta matskrá

• Paté en Croûte við foie gras, sviskum & konjakki

• Ribeye við bordelaise, royktum mergi & brúnkaðum smøri

• Poppkornísur við croissant & saltkaramell

3 rættir kr. 670
3 rættir við vínskrá kr. 1.020

5 rætta matskrá

• Oysters – Plat du Jour (spyr tænaran)

• Jomfrúhummari við foie gras, snerktum breyði, aprikosu & summartrøflum

• Havtaskuhali við salviu, kræklingum & chorizosós

• Trý sløg av ostum úr Evropa við tilhoyri

• Súrrómaísur við pistasiunøtum & sitrón

5 rættir kr. 1.020
5 rættir við vínskrá kr. 1.600

 

Forrættir

Paté en Croûte við foie gras, sviskum & konjakki kr. 175

Oysters – Plat du Jour (spyr tænaran) kr. 190,

Jomfrúhummari við foie gras, súrdeiggjbreyði, aprikosu & summartrøflum kr. 205

Hvít aspargus við ansjósum, brúnkaðum smøri & kapers kr. 165

Oksatatar við Madagaskar pipari, rukkolu & pinjukjarnum kr. 165

Høvuðsrættir

Havtaskuhali við salviu, kræklingum & chorizosós kr. 385

 

Ribeye við bordelaise, royktum mergi & brúnkaðum smøri kr. 400
Eyka foie gras kr. 95

Duroc svínakotilett við endive, brúnkaðum smøri, kapers & ansjósum kr. 375

Spískkál, graskarspuré og osti kr. 275

Omaná

Trý sløg av ostum úr Evropa við tilhoyri kr. 145

Poppkornísur við croissant & saltkaramell kr. 115

Súrrómaísur við pistasiupraline & hunangstuille kr. 115

Barnamatskrá

Croque Monsieur Sandwich kr. 165,-
Skinka, ostur, bechamelsós, trøfflukrem, kips, majones og salat

Fisk og kips kr. 165,-
Við ketsjupp

 

Vínkort

Kanna tær listan av vínum úr kjallara okkara, Gilið, sum hýsir upp móti 2.500 fløskum. Flestu framleiðarar á listanum arbeiða burðardygt um enn ikki øll eru løggildaði vistfrøðilig. Vit útvega vín úr øllum heimshornum uttan trongskygni ella dogmu eins leingi og drykkurin í glasinum fortelur eina serstaka søgu.

Vínsmakkingar

Uppliva vín úr øllum heiminum í vínkjallaranum á Hotel Brandan.

Søgan um Húsagarð

Húsagarður er navnið á økinum, sum Hotel Brandan er bygt á. Navnið og søgan um Húsagarð fer heilt aftur til 1200-talið, men kom fyrstu ferð á skrift í ár 1584. Húsagarður var millum tey fyrstu húsini, ið vóru bygd á Húsabrúgv í Tórshavn, ið lá við síðuna av Dómkirkjuni. Fyrst í 1930’inum var Húsagarður flutt til ”Meksiko”, har Hotel Brandan liggur í dag. Tá ið Húsagarður var flutt, lá bóndagarðurin so langt frá Tórshavn, at eyknevnið bleiv ”Meksiko”.

_dsc1186-1920×960
mynd-08-1920×960
mynd-18-1920×960
mynd-21-1920×960
mynd-23-1920×960
mynd-26-1920×960
mynd-34-1920×960
mynd-53-1920×960
mynd-55-1920×960

Upp- & afturlatingartíðir

Týsdag – hósdag:
kl. 18.00 – 21.00

Fríggjadag & leygardag:
kl. 18.00 – 21.30

2 Oknarvegur, Tórshavn 100, Faroe Islands